23 Oct
Tórshavn (capital)
Free
Annað
Handlar
Verkstovur

Orku-og Umhvørvisstevnan 2021

x

𝐁𝐞𝐬𝐭𝐮 𝐮𝐦𝐬𝐭øð𝐮𝐫 𝐭𝐢𝐥 𝐨𝐫𝐤𝐮-𝐨𝐠 𝐮𝐦𝐡𝐯ø𝐫𝐯𝐢𝐬𝐬𝐭𝐞𝐯𝐧𝐮
– Tað er ein spennand blanding av framfýsnum fyritøkum, stovnum og kommunum, sum fara at vísa fram og siga frá sínum útboði á Orku-og umhvørvisstevnuni hetta vikukuskiftið.
OUS 2021 byrjaði í gjár, og heldur fram í dag, leygardagin 23. oktober, í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Opið er frá kl. 10 til 18, og er ókeypis hjá almenninginum at vitja.
Málið er at geva føroyskum fyritøkum og stovnum høvi at vísa fram, hvat tey hava at bjóða innan burðardygga nýtslu til vinnu, húsarhald og einstaklingin.
Umframt høvi at vitja básar hjá fjølbroyttum og forvitnisligum fyritøkum, stovnum og kommunum, sum verða við á stevnuni, verður eisini høvi at hoyra kjak og fyrilestrar um orku-og umhvørvismál í breiðum høpi.
Skráin fyri fyrilestrarnar sæst m.a. á facebook síðuni hjá stevnuni og á heimasíðuni www.orkustevnan.fo
Gongur tú við tankum um at minka um tína orkunýtslu gjøgnum íløgu í nýggja tøkni, ella bara ynskir at vita nærri hvat hendir innan hetta økið, eigur tú heilt víst at vitja OUS 2021.

Address

Høllin á Hálsi

Hallarheygur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

23 Oct

Price

Free