29 Sep
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist

Udstilling: /Imagine the Faroe Islands

x

Hósdagin 29. septembur kl. 16 letur framsýningin “Imagine the Faroe Islands” upp á Listasavni Føroya.

Ímynda tær, hvussu Føroyar høvdu sæð út, um tær vórðu avmyndaðar av størstu listafólkum í søguni?

Henda spurning hava vit sett heimsins mest framkomna eftirgjørda mynda-intelligensi (artificial intelligence).

Úrslitið sæst á hesi framsýning.

Hvat er eftirgjørdur mynda-intelligensur?

Eftirgjørdur intelligensur hevur verði brúktur at skapa myndir síðani mitt í 1950’unum.

Tá vóru tað í høvuðsheitum granskarar, sum brúktu tøknina, men í dag er hon nógv meira atkomulig. Samstundis sum algoritmurnar gerast neyvari, so eru alsamt fleiri pallar, sum útvega myndageneratorar, ið eru grundaðir á eftirgjørdan intelligens.

Tøknifrøðin frá teirri sokallaðu “fjórðu ídnaðarkollveltingini” mennist so skjótt, at tá henda framsýning letur upp, eru nýggj tøknifrøðilig frambrot mest sannlíkt longu á veg.

Fernisering // skrá:

29. septembur kl. 16 – 18

– Karina Lykke Grand, stjóri, bjóðar vælkomin.

– Listasavnið bjóðar okkurt leskiligt at drekka.

Møguleiki verður at royna AI-tøknina at gera egnar myndir til ferniseringina.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Address

Listasavn Føroya

Gundadalsvegur 9
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

29 Sep

Price

Free