03 Oct - 11 Aug
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist

SÁPMI Søgur

x
Tíggju framsýningar við Sápmi listafólkum

Sissel Mutale Bergh, Outi Pieski, Birit Haarla, Katja Haarla, Lena Stenberg, Máret Ánne Sara, Anders Sunna, Michiel Brouwer, Katarina Pirak Sikku, Liselotte Wajstedt, Lisa Vipola, Hanne Grete Einarsen og Tomas Colbengtson. Hesi trettan listafólkini eru útvald at skapa tíggju framsýningar, ið sýndar verða í Norðurlandahúsinum komandi tjúgu vetrarvikurnar. Tey eru vald vegna sterkan listaligan framburð, viðgerð av rúmi, og hvussu tað skilvísa og tað lívrunna, tað harða og tað bleyta møtast í verkum teirra. Og tað snýr seg eisini um neyvu viðmerkingarnar, dynamikkin, markspreingingarnar, kraftina, hugskotini, mótsetningarnar, bygningarnar, elalítlu umskaringarnar í tíð og stað, tilsipingarnar, vakurleikan, tað sum skapar órógv, innlitið í veruleika okkara, í náttúruna, tann sansaliga ansin, skørpu kompositiónirnar, tilfarið, skemtið, fínleikan, tað óvæntaða, litnýtsluna og hugleiðingarnar. Við hesum og óteljandi øðrum listaligum eginleikum í huga vórðu tey vald. Ja, og so fall valið á tey, tí tey eru av samiskum uppruna.

Einki er óskyldugt, heldur ikki listaligir eginleikar, og tá list skal veljast eru bæði politikkur og pengar upp í leikinum eins og alskyns ótilvitaðar ímyndir og fordómar. Eitt tað greiðasta dømið er hugmyndin av listafólkinum – flogvitinum – sum flest øll hugsa sær er ein hvítur hinskyndur maður. Allarhelst eisini europeiskur og viðkyndur. Og listamannin, flogvitið, seta vit í samband við myndugleika, góðsku, styrki, tað hann ger er viðkomandi og av týdningi. At øllum øðrum teingja vit hinsleika og uttanfyriskapi, tað tey gera er forvitnisligt og hoyrir heima á rók fyri seg, í eini nissju – hugtøkini frumkent, ómentað og týdningarleyst spøkja í huganum.

Listasøgan steingir úti. Hon hyggur og talar niður, ikki bara tí hon melur um europeiska nalvan og er manslig. Hon er eisini fangað í einum  torgreiddum, tøttum og ógreinandi lokkaneti av politiskum, tjóðskaparligum, búskaparligum, samfelagsligum, hugsjónaligum og átrúnaðarligum samanhangum, ið allir byggja á, hvussu meirilutasamfelagið uppfatar seg sjálvt og onnur.

Listasøgan er stigskipað, partísk og grundað á eina mentunarliga heimsfatan. Fjølmentan hevur nærum ongan leiklut í tjóðromantisku søguni, ið deilir listina í stig og dregur hvøss mørk millum miðjuna og útjaðaran og ger sær dælt, við stórum hugflogi, av ræðis- og útihýsandi framferðarháttum, sum til dømis eksotismu ella dyrkan av tí fremmanda.

Listasøgan er valdrík. Valdrík tí vald og kunnleiki eru samantengd, og listasøgan flokkar og býtir upp listina og skapar og skipar kunnleika, ið ræður yvir hugsunarhátti okkara. Valdrík tí hon sjálv hevur allýst mentanaryvirvaldið. Valdrík tí hon ger seg nattúrliga, tí hon er bygd á tankaverk, á konstruktiónir, sum tykjast okkum natúrligar og tí gerast nærum óloysandi høft.

Tí tó har finnast ymsar postkolonialar tulkingar, ástøði um umboðan, queer og kynsfrøði, er listaásjón okkara ongantíð óheft, eyguni ikki fræls. Útsagnir sum ‘sterkur listaligur framburður’, ‘skarpar kompositiónir’ og enntá ‘vakurleiki’ eru tiknar úr eini listasøgu, ið útihýsir teir bólkar, vit gera til minnilutar, ið flokka listafólk eftir tjóðskapi, kyni og tjóðbólkaeyðkenni og evnar ikki at spegla ymisleikan í samfelagnum. Ein listasøga, ið á allan hátt útjaðrar- marginaliserar – list, skapta av samiskum listafólkum, flokkar hana í andsøgn við viðurkendu listina hjá meirilutasamfelagnum, sum upprunafólkalist ella enntá tjóðminni og harvið fløkir hana inn í óteljandi sjónligar og ósjónligar týdningar við sínum máli. Málið steingir listina, tekur sær rættin at allýsa hana. Men okkum tørvar eisini mál at tosa um listina og læsa hana upp fyri okkum sjálvum.

Hvørt á sín hátt geva hesi trettan listafólkini okkum høvi at menna okkara listaáskoðan og málið, vit nýta um listina. Høvi at gáa hvussu gjøgnumseyrað listfatan okkara er av hugmyndafrøði, hugtøkum úr listasøguni og tjóðskaparhugmyndum, og møguleika at gera upp við hesi. Høvi at gera upp við okkara egnu vitan, hvussu vit skoða og síggja listaverkið. Høvi at síggja og síggja aftur, nýta orð, strika orð, finna nýggj orð.

Vit kunnu taka eitt orð sum vakurleika aftur og loysa tað úr listasøguni, sum tók sær einkarætt til tað og læsti tað inni í eini útihýsandi skipan, ið skilmarkar alt í tíðarrøð, í stílsøgu og í mun til altjóða rák, listasløg, greinar, myndevni, tíðarskeið og ismur. Vit kunnu taka orð sum týning, órættvísi, rasismu, ránnýtslu av náttúruni, valdsgerðir, misnýtslu og samruni upp í málið vit nýta um list. Vit kunnu kjakast um hugtøk sum tjóð og fólk og kanna sambandið millum list og mentan, millum verk og áskoðara.

Mong eru kúgingaramboðini  og nýhjálanda valdsbrigdið hava síni háttaløg. Eitt teirra er at romantisera. Vit romantisera fyri at ogna okkum okkurt, minka tað til ein lut, skapa frástøðu, útjarðað. Men vit romantisera eisini av trega. Syrgin um náttúruna, vit hava mist, og ikki minst mista sambandið við hana, bergtakast vit av teimum, ið tykjast varðveita rættiligt samband við náttúruna og virða hana. Kenna hana, skilja hana. Kanska. Har er í øllum førum ein pína í møtinum við listina. Ein pína eins torgreidd og sár, sum so mangt annað, men sum kann hjálpa okkum at síggja við øðrum eygum og finna nýtt mál. Kanska fær listin nýggjan týdning, um vit megna at verða til staðar í tí pínuni. Bara eitt sindur.

Túsund takk Sissel Mutale Bergh, Outi Pieski, Birit Haarla, Katja Haarla, Lena Stenberg,  Máret Ánne Sara, Anders Sunna, Michiel Brouwer, Katarina Pirak Sikku, Liselotte Wajstedt, Lisa Vipola, Hanne Grete Einarsen og Tomas Colbengtson.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

3 Oct 2022
11 Aug 2023

Price

Free