Sjónleikurin tekur støðið í nátturfyribrigdinum mjørka, sum hóast alt ikki er nógv meira enn ein hópur av smáum vatndropum; eitt skýggj, sum hvílir á jørðini.
Mjørkavísindafólkini Hulda og Karlsson eru úti við síni útgerð og leita eftir einum óvanliga sjáldsamum slagi av mjørka. Ørindi teirra gerast tó nógv truplari enn vænta, tí mjørkin er fullur av loynidómum. Íblandaður stuttliga vitan um hetta áhugaverda veðurdyribrigdið, letur ein heimur av ævintýri og frumsøgn seg upp á pallinum.
Ein fangandi, hugtakani og lærurík framførsla fyri øll frá aldrinum 3 ár og upp.
Leikarar: Gunnvá Zachariassen (Føroyar) og Hilmir Jensson (Ísland)
Framleitt av: Selur Theater Company. Stuðlað av: Icelandic Stage Arts Fund og Mentanagrunni Landsins.
Longd: 45 minuttir
Mál: Føroyskt og íslendskt
Leikstjóri: Aðalbjörg Árnadóttir
Leikarar: Gunnvá Zachariasen and Hilmir Jensson
Pallur: Brynja Björnsdóttir
Tónleikur: Gunnar Karel Másson
Ljós: Ólafur Ágúst Stefánsson
Dramaturgi: Salka Guðmundsdóttir
Framleiðari: Davíð Freyr Þórunnarson
Myndir: Brynja Björnsdóttir and Aðalbjörg Árnadóttir