Leiga kajakkir í Suðuroy
Book nowKajakkirnar hjá Suðuroyar Kajakk eru framleiddar burturúr burðardyggum plasti. Eisini verða tær framleiddar eftir “Zero waste” reglunum. Les meira um hetta her. Kajakkróður slítur ikki upp á okkara náttúru, og heldur ikki dálkar tað okkara náttúru. Suðuroyar Kajakk er eitt lokalt felag. Okkara buðrardygga rørslutilboð er nakað, ið bæði tey staðbundnu og tey vitjandi, kunnu fáa gleði av.
At rógva kajakk styrkir um likamligu og sálarligu heilsuna
At rógva kajakk er ein “low impact” ítróttur. At vera uttandura á sjónum, økir um D-vitamin upptøkuna, og styrkir um sálarligu heilsuna. Kajakkróður minkar um strongd og tunglyndi. Kajakkróður skapar ein góðar felagskap, saman við øðrum, ið deila sama áhugað. Tú kemur tættari at náttúruni, og kann njóta tað ríka djóralívið á sjónum. Ert tú heppin, ber til at síggja kópar og nýsur og onnur líknandi djór. Síggj og uppliva okkara vøkru oyggj, frá øðrum vinklum, enn tú ert von/vanur við. Covid-19 vinarligt, tí her er góður møguleiki fyri at halda frástøðu.
Address
900 Vágur
Suðuroy
Date
23 Feb - 01 Jan
Every:
Mon
Tue
Wed
Thu
Fri
Sat
Sun