21 Apr
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist
Náttúra & uttandura

Landslagið í broyting – náttúruvísindi og list

x

Hvussu síggja vit broytingar í føroysku náttúruni?
Í sambandi við serframsýningina “Landslagið í broyting” seta vit sjóneykuna á broytingar í føroysku náttúruni.

Hóskvøldið 21. apríl kl. 19.30 verða tvær framløgur um evnið á savninum.

Kolbrún í Haraldsstovu, deildarleiðari á plantudeildini á Tjóðsavninum fer at halda framløguna “Hvussu vilja vit broyta landslagið?”.
Síðani fer Agnes Katarina Kreiling, skordýrafrøðingur á Tjóðsavninum at leggja fram um “Landslagið í broyting – úr sjónarhorni skordýranna”.

Framløgurnar taka uml. 45 min. tilsamans og høvi verður at seta spurningar aftaná.

Savnið er opið hetta kvøldið frá kl. 19.00 – 21.00. Nýggja kaféin “kafe list” er eisini opin og selur drekkivørur og okkurt gott afturvið. Um tú hevur árskort til savnið, fært tú 10 % avsláttur í kaféini.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Les meira um tiltakið á www.art.fo.

Address

Listasavn Føroya

Gundadalsvegur 9
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

21 Apr

Price

Free