08 Oct
Tórshavn (capital)
Free
Tónleikur

Heystfest

x
Book now

Kom í fest… HEYSTFEST
Leygarkvøldið 8. oktober verður Høllin á Hálsi karmur um eina rimmar veitslu… eina ordiliga FEST.
Her verður ikki neyðugt at hava sanghefti við, tí hetta verður eitt kvøld pakkað við førøyskum hittum sum øll duga uttanat… og hetta eru løgini sum vit elska at skrála við til, langt út á náttina.
Ingi Poulsen, Niclas Heri úr Dynamitt, Eyðun Nolsøe, Danny Baldursson og Fríði Sigmundsson koma allir at syngja fyri, saman við húsaorkestrinum.
Og sjálvandi verður eingin veitsla uttan eina hittparadu frá Páll Finnur Páll.
Heystfest verður leygarkvøldið 8. oktober kl. 23-04, og dyrnar lata upp kl. 22:00
Atgongumerki á 300 kr. kunnu keypast á https://www.atgongumerki.fo/1650157/heystfest
HEYSTFEST er veitslan tú ikki vil missa.

Address

Høllin á Hálsi

Hallarheygur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

08 Oct

Price

Book now Free