20 May - 31 Aug
Streymoy
0 - 520 DKK
Náttúra & uttandura

Hestur - Rituberg og hellir

x
Book now

Bergtakandi túrur runt um Hest oynna. Vit sigla varisliga tætt undir fuglabjørgunum, har serliga rita og lomvigi reiðrast.

Hest túrurin bjóðar upp sjófugl so sum Lomviga, álku, lunda, ritu, skúgv, æðu, skarv og náta. Eisini kann kópur vara at síggja á túrinum.

Í góðum líkindum sigla vit inn í Álvagjógv, Klæmintsgjógv, Húsagjógv og Trongugjógv. Sera bergtakandi hellir.

Frá Farðstøðini í Havn koyrir bussur 101 beinleiðis til Gomlurætt. Prísurin er kr. 40,-
Ynskir tú heldur at koyra við taxa, kunnu vit viðmæla Auto Taxi tlf. 311234.
Koyra tit við egnum bili so vera tit biðin um at seta bilin frá tykkum á p-økinum á Gomlurætt.

Minnist til at túrurin byrjar og endar á Gomlurætt

Address


176 Velbastaður
Streymoy

Contact

Website

Date

20 May - 31 Aug Every: Mon
Tue
Wed
Thu
Fri

Price

Book now

520 DKK

0 DKK