03 Jun - 14 Aug
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist

Gudrun Hasle - jeg leder efter ordne

x
SUMMARFRAMSÝNINGIN 2022

Orðini hjá Gudrun Hasle eru serstøk.

Orðini eru myndir. Sjónlig og ítøkilig. Formeindir og myndevni. Orðini hava hold. Prentað, tatoverað, teknað við tráði. Tey eru tilfar. Orðini eru skaldskapur. Broyskni, hugskygni, máttur, sansaligheit, vakurleiki, ivi, viðkvæmi.

Orðini eru merkingar. Innihald og týdningsskapan, heiti, boðskapir og frásagnir.

Orðini eru orðblind orð. Tey eru úrtøkilig tekn, tey mugu týðast. Spakuliga. Tey eru ljóð.

Samansetingar av elalítlum málljóðum. Ljómur og tónar. Tey eru rørslur. Munnurin, ið tekur seg um hvørt einasta stavilsi, reikandi eygnabragd, sveiggjandi ljóðaldur. Orðini eru mál. Persónligt og algilt. Tey eru partar av sera samansettum bygnaðum og málfrøðiligum skipanum. Tey eru samskifti, tey eru skemtingasemi, við orðum ogna vit okkum heimin.

Og orðini eru likam.

Tey eru ein heilt, heilt serlig kropslig nærvera. Tey eru minni likamsins, tey eru kyn, tey eru pína, tey eru lív.

Kroppurin hevur eitt stórt pláss í verkunum hjá Gudrun Hasle (1979). Hann er til staðar bæði sum afturvendandi myndevni, gjøgnum leys orð knýtt at likamligum virki og gerðum, kropslutir og -vætur, sum týdningsberari, sum myndir av menniskjaroyndum, sum trauma, saknur, pína, útistongsul, uppvøkstur, ótrygd, sjúka, forelskilsi og viðgonguntíð, og sum kjarnan í eini sjálvsævisøgu.

Tó at mótsetningar bilgjast millum hetta ógvusliga likamliga og ta erfínu snøggu broderingina, sum Gudrun Hasle skapar mong verk við, so stendur heildin hóast alt eftir. Andsøgnir eru millum tað ófulkomna og tað vanabundna, tað privata og tað algilda, millum ljóð og mynd, millum ítøkiligt og úrtøkiligt, men har eru fyrst og fremst samanhangur millum tey. Soleiðist tykist tað í øllum førum.

Tí tað er, sum samlar okkurt alt hetta. Okkurt, ið skapar sambond og fevnir mótsetningar. Kanska tað sama, ið ger tað til okkurt heilt serliga rørandi at møta verkunum hjá Gudrun Hasle. Sambandi millum holdbundna veru og mál, millum likam og orð, tykist óbrótandi í hesi listini. Ein roynd at grundgeva sambandið kundi verið, at likamið er ein fortreyt fyri orðið. Einans við at vera til staðar í heiminum sum likam, kunnu vit lýsa hann við orðum. Einans gjøgnum tann sansandi kroppin kann veruleikin gerast list. Men har er eisini annað, ið knýtir alt saman.

Í listini hjá Gudrun Hasle andar menniskjaleikin og knýtir saman kropp og orð og allar aðrar sterkar staklutir í verkum hennara. Menniskjaleikin er altíð har. Menniskjaleikin, ið ger pláss til eymleyka, viðkvæðmi, falsloysi og nærveru. Menniskjaleikin, ið skapar áhuga fyri samfelagsvirksemi. Menniskjaleikin, ið vísir okkum hvat tað vil siga at vera menniskja í heiminum. Menniskjaleikin, ið gevur sjálvsinnlit og fatan fyri øðrum, fyri felagsskapi og ábyrgd. Menniskjaleiki, ið knýtir heimin saman. Menniskjaleiki, ið noyðir okkum at grunda og ásanna.

Minst til menniskjaleikan.

Tað er ein fragd, at Norðurlandahúsið á sumri 2022 kann sýna fram fleiri verk, sum Gudrun Hasle hevur latið úr hondum. Stóra tøkk til listafólkið fyri hugaligt samstarv og framúrskarandi listaverkini vit hava fingið til láns.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

03 Jun - 14 Aug Every: Mon
Tue
Wed
Thu
Fri
Sat
Sun

Price

Free