24 Jun
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist
Matur & Drekka
Tónleikur

Fernisering: Várframsýningin - "Flåffy United"

x

Framsýningin í ár eitur »Fláffy United«.

Til ferniseringina vera røður, ábit og drekkivørur.

Tað er Felagið Føroysk Myndlistafólk, ið skipar fyri framsýningini. Tað stóð øllum í boði at senda verk inn til metingar. Úrvalsnevndin hevur valt út spennandi og fjølbroytt verk at sýna fram. Felags fyri verkini er, at tey víkja frá siðbundnu myndevnunum í føroyskari list.

Fyriskipararnir siga: “Vit leita út ímóti mørkunum og grásonunum. Har úti, sum tær grundleggjandi fortreytirnar hjá listini fáa sínar royndir, har nýggir hættir og nýggj úttrykk koma til sjóndar.”

Úrvalsnevndin telur Tummas Jákup Thomsen, Bruno Mikael Eysturstein, Ólav Sverra Trónd Thorsteinsson og Ole Wich.

Við á framsýningini eru:

Ole Wich, Tummas Jákup Thomsen, Bruno Mikael Eysturstein, /TRÖDL/ (Ólavur S. T. Thorsteinsson), Billa Jenny Jónleifsdóttir, Bjørk í Hoyvík og Sigga í Hoyvík, Edith Mørkøre, Erhard Jacobsen, Lív í Baianstovu, Vár Kyn, Alma á Lava, Ann Mari Dam, Elin Josefina Smith, Gwenaël Akira Helmsdal Carré, Harald Bjørgvin, Jana Jonhardsdóttir, Jón Sonni Jensen, Leivur Thomsen, Maria Smith, Oddfríður Marni Rasmussen, Rakel Helmsdal, Heðin Ziska Davidsen, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Brandur Patursson.

Framsýningin er opin til og við 20. juli.

Les meira um framsýningina á www.art.fo.

Øll eru hjartaliga vælkomin! 😍

Address

Listasavn Føroya

Gundadalsvegur 9
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

24 Jun

Price

Free