07 May
Tórshavn (capital)
0 - 0 DKK
Myndlist
Børn & Ung
Náttúra & uttandura

Familjurundvísing á Listasavni Føroya

x

Leygardagin 7. mai kl. 14 verður rundvísing fyri barnafamiljur í serframsýningini “Landslagið í broyting”.

Rundvísingin er serliga ætlað børnum um 8-12 ára aldur.
Vit fara at hyggja at spennandi listaverkum úr alskyns tilfari, seta spurningar og práta um tey ymisku listaverkini. Vit fara millum annað at práta um, hvussu landslagið kann síggja út í listini, um installatiónslist og leita eftir sporum frá fólki í náttúruni.

Rundvísingin tekur umleið 30 min.

Aftan á rundvísingina eru børnini vælkomin at seta seg við barnaborðini í forhøllini at loysa kreativar uppgávur. Til ber eisini at royna nýggju kafeina ‘kafe list’.

Rundvísingin er ókeypis við árskorti ella við atgongumerki til savnið. Børn og ung undir 20 ár sleppa altíð ókeypis inn á savnið.

Vælkomin á Listasavn Føroya!

Address

Listasavn Føroya

Gundadalsvegur 9
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

07 May

Price

0 DKK

0 DKK