14 Aug
Tórshavn (capital)
Free

Da vi var på Grønland (NO)

x
Book now
Ein heimildarfilmur um fólk, fisk og Føroyingahavnina í Grønlandi

Filmurin Da vi var på Grønland sigur søguna um Føroyingahavnina, eisini kallað Nordafar, í Vestur Grønlandi, um byggingina og lívið fram til hon var niðurløgd í 1989. Tá hevði støðin verið áhaldandi virkin í 40 ár. Tað vóru norska AL Utrustning, føroyska Grønlandsfelagið og tað danska Ascrico sum róku Føroyingahavnina.

Tað verður fyrst og fremst hugt við norskum eygum, men tann føroyska søgan hevur eisini fingið gott pláss í filminum.

Filmurin hevur nógv ókend og einstøk filmsklipp.

Leikstjóri Kirsti Dale úr Ålesund hevur sjálv búð eitt stutt tíðarskeið í Føroyingahavnini saman við familjuni. Pápi hennara, Jon Dale, var velferdssjef í ‘Norske Velferdshuset’ í 1950’unum og 60’unum.

Kirsti Dale verður við til frumsýningina.

Filmurin er uttan undirtekstir.

Ókeypis atgong

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

14 Aug 16:00

Price

Book now Free